Lýsing
Hevur tú hug at gerast politistur? So hevur tú møguleikan nú!
Vit skulu hava nýggjar politistanæmingar at byrja á politiskúlanum á heysti í 2026.
Tú kanst lesa um upptøkuroyndirnar her: https://politi.dk/politiskolen/adgangskrav-ansoegning-og-proeveforloeb/proever
Legg til merkis, at umsøkjarar í Føroyum skulu til eina svimjiroynd afturat vanligu fysisku royndini.
Tú kanst lesa meira um fysisku og skrivligu upptøkukrøvini her: https://politi.dk/politiskolen/adgangskrav-ansoegning-og-proeveforloeb/adgangskrav
Fysisku og skrivligu upptøkuroyndirnar verða væntandi hildnar í viku 13.
Hevur tú spurningar, so ert tú vælkomin at venda tær til Bjørg W. Simonsen á tlf. 218679 ella við at senda teldupost til bsi009@politi.dk.
Send tína umsókn við at trýsta á hetta leinkið: https://job.politi.dk/job/F%C3%A6r%C3%B8erne-Politiuddannelsen-2026-1/3481-da_DK/?st=BFD9E73411F469582EB75A7ACF3FEEBF6B57AB67
Umsóknarfreistin er 1. mars 2026.