Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
10. september 2021
Útgongur
18. oktober 2021
Staður
Tvøroyri, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Starvsfólk til ambulansatænastuna á Suðuroyar sjúkrahúsi

Ambulansatænastan á Suðuroyar sjúkrahúsi søkir eftir starvsfólki til tíðaravmarkað starv.

Talan er um fulltíðarstarv í skiftandi vaktum til setan 1. oktobur 2021 til 31. august 2022..

Ambulansatænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í sambandi við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Eisini hevur tænastan ábyrgd av øllum portørarbeiði, ið er á sjúkrahúsinum. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Starvsøkið fevnir um Suðuroynna. Her starvast í løtuni 6 fólk. Deildin hevur 6 bilar, íroknað 3 sjúkrabilar og 1 átaksbil.

Nýgg starvsfólk skulu hava grundskeið, áðrenn tey kunnu starvast sum assistentar í sjúkrabilinum.

Grundskeiðið umfatar undirvísing og starvsvenjing, sum endar við einari praktiskari roynd – hetta fyri at ambulansatænastan kann veita eina dygdargóða tænastu til sjúklingar og avvarðandi.

Vit vænta, at tú

  • ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni
  • sært avbjóðingar fram um avmarkingar
  • hevur evni til at orða teg bæði munnliga og skrivliga
  • tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • ert fús/ur til at broyta teg við nútíðini
  • virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá ambulansatænastuni.

Dentur verður lagdur á at umsøkjarar

  • hava í minsta lagi 9. floks prógv, miðnáms- ella heilsufaklig útbúgving kann verða ein fyrimunur
  • hava havt koyrikort til bólk B í minst trý ár
  • eru fyltir 21 ár
  • hava reina revsiváttan
  • hava prógv í fyrstu hjálp
  • eru millum 165-190 cm høgir uttan fótbúna
  • hava góðan fysik og góða heilsu
  • hava eina sjón, ið er soleiðis, at møguleiki er at taka vinnuligt koyrikort
  • duga at miðla vitan bæði til starvsfelagar og aðrar starvsbólkar
  • hava telduførleika á brúkarastøði.

Vit bjóða

  • felags innleiðslu og upplæring
  • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • tvørfakligt samstarv
  • ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • eitt dynamiskt arbeiðspláss við fjølbroyttum avbjóðingum.

Royndartíðin er tríggir mánaðir.

Løn- og setanartreytir eru smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.

SØK STARVIÐ

 

 

Nærri fæst at vita við at venda sær til Hjalgrím Andreasen, leiðara í ambulansatænastuni tlf. 233028 ella teldupost gimme@ssh.fo

Umsókn saman við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til: ssh@ssh.fo

Umsóknarfreistin er 18. septembur 2021.

Á okkara heimasíðu www.ssh.fo kanst tú lesa meira um sjúkrahúsið og ambulansatænastuna á Suðuroyar sjúkrahúsi.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið