Útgivið
4. juli 2022
Útgongur
3. august 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær væl at koyra bil? Og vilt tú gerast partur av einum góðum toymi, sum hvønn dag arbeiðir fyri at fáa sendingar trygt og skjótt fram til móttakaran? Posta hevur tvey leys størv at søkja sum postboð.

Posta leitar eftir tveimum postboðum til útberingina. Tú gerst partur av einum góðum toymi, sum hvønn dag ger sítt besta fyri at tryggja, at alskyns flutningur kemur trygt fram til rætta móttakaran. Tær dámar væl at hava ábyrgd, og at gerandisdagurin til tíðir er skundmikil. Tað er umráðandi, at tú ert tænastusinnað(ur), ábyrgdarfull(ur) og eitt gott umboð fyri Posta.

Vit kunnu bjóða tær eitt avbjóðandi starv, har tú fært nógva fríska luft, meðan tú ert til arbeiðis og frælsi til sjálv(ur) at leggja ein part av degnum til rættis. Tú verður upplærd(ur), fært veðurgóðan búna, góðar starvsfelagar og eitt nútímans arbeiðsumhvørvi.

Vit ynskja, at tú 

  • hevur koyrikort til bil
  • ert tænastusinnað/- ur
  • ert ágrýtin og jalig/-ur
  • hevur heilsu til at ganga úti
  • hevur góð samstarvs- og samskiftisevni

Tað eina starvið er uml. 20 tímar um vikuna, meðan hitt er fulla tíð, uml. 39 tímar um vikuna. Størvini eru tímalønt eftir sáttmálanum hjá Starvsmannafelagnum. Sjálvur arbeiðsdagurin er í Vágum, og vit bjóða smidligar treytir fyri rætta umsøkjaran.

Posta tryggjar hvønn dag, at alskyns flutningur – frakt, pakkar og vøra – í hópatali kemur trygt og skjótt fram til rætta móttakaran um allan heim. Posta hevur umleið 120 ársverk.

Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Remi Poulsson, leiðari fyri útbering, á tlf. 23 60 75, millum kl. 09:00 og 16:00 gerandisdagar ella skriva til remip@posta.fo

Umsóknir

Umsóknir skulu verða okkum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi 10.07.2022. Vit ynskja, at umsøkjarin byrjar skjótast til ber.

Umsókn skal sendast til:

remip@posta.fo

Att.: Starv sum postboð

 

 

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið