Posta
Útgivið
14. oktober 2024
Útgongur
24. oktober 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Ert tú tænastusinnað/ur og klár/ur at byrja í nýggjum starvi? Kundi tú hugsað tær koyrt skutara og verið postboð? So hava vit kanska eitt starv til tín. Vit leita eftir starvsfólki til parttíðarstarv.

Tú gerst partur av einum góðum toymi, sum hvønn dag ger sítt besta fyri at tryggja, at alskyns flutningur kemur trygt fram til rætta móttakaran. Tær dámar væl at hava ábyrgd, og at gerandisdagurin til tíðir er skundmikil við skiftandi uppgávum, samstundis sum tú ert tænastusinnað/ur, ábyrgdarfull/ur og eitt gott umboð fyri Posta.

Vit kunnu bjóða tær eitt avbjóðandi starv, har tú fært nógva fríska luft og sleppur at røra teg, meðan tú ert til arbeiðis. Tú hevur frælsi til sjálv/ur at leggja ein part av degnum til rættis. Tú verður upplærd/ur, fært veðurgóðan búna, góðar starvsfelagar og eitt nútímans arbeiðsumhvørvi.

Tað er neyðugt, at tú hevur koyrikort.

Vit bjóða
Vit kunnu bjóða spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi við dugnaligum starvsfeløgum.

Vit leita eftir postboði til uml. 24 tímar um vikuna býtt millum tríggjar arbeiðsdagar, sum eru mánadag, mikudag og fríggjadag. Í høvuðsheitum fer arbeiði fram ímillum klokkan 8.00 og 16.00. Arbeitt verður fyri tað mesta á skutara.

Starvið er tímalønt eftir sáttmála við Starvsfelagið.

Posta tryggjar hvønn dag, at alskyns flutningur – frakt, pakkar og vøra – í hópatali kemur trygt og skjótt fram til rættar móttakarar um allan heim. Á Posta eru umleið 120 ársverk.

Umsóknarfreist
Vilt tú vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Sjúrð H. Hoydal, leiðara fyri útbering, á tlf. 23 60 31 millum kl. 09:00 og 16:00 gerandisdagar ella skriva til shh@posta.fo

Ert tú áhugað/ur í starvinum, send so umsóknina sum skjótast. Starvslýsingin er møguliga at finna fram til 24. oktober, men finna vit hóskandi umsøkjara áðrenn, verður starvslýsingin tikin burtur.

Søk her: Postboð í Havn

Um Posta
Posta er ein týðandi partur av flutningskervinum í Føroyum og allir føroyingar eru viðskiftafólk hjá Posta. Posta hevur seinastu árini verið í einari stórari menning.

Vit bjóða tær eitt spennandi og avbjóðandi starv í einum nútímans umhvørvi við væl skikkaðum og dugnaligum starvsfeløgum. Tú verður partur av einum jaligum umhvørvi, og trivnaðurin er góður.

Líknandi størv

15. oktober 2024
Starvsfólk til búfyriskipan í Havn   Faroe Islands nýtt
14. oktober 2024
4. oktober 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið