Lýsing
Havstovan søkir eftir einum postdoktor innan havfrøði til eitt starv í 22 mánaðir. Starvið er partur av ES-verkætlanini EPOC (Explaining and Predicting the Ocean Conveyor) og snýr seg um rákið tvørtur um Grønland-Skotland ryggin við serligum denti á yvirflot tvørtur um Íslandsryggin og rák gjøgnum Bankarennuna og Hetlandsrennuna.
Starvið verður sett frá 1. septembur 2025 (ella seinni eftir nærri avtalu) og varir fram til síðst í juni 2027 (í mesta lagi 22 mánaðir).
Grundarlag
í EPOC verkætlanini luttaka 21 ymiskir granskingarstovnar úr Europa, USA og Kanada. Verkætlanin er samskipað av Dr. Eleanor Frajka-Williams á Universitetinum í Hamburg. Tíðarskeiðið fyri verkætlanina er frá 1. juli 2022 til 30. juni 2027. EPOC arbeiðir við at greina og skilja tilgongdir í Atlantic Meridional Overturning Circulation (AMOC) yvir tíð, breiddarstigi og øki. Endamálið er at meta um broytingar í rákinum og kanna, í hvønn mun AMOC virkar sum eitt “flutningsband” (conveyor) við at lýsa, hvat ið heldur saman ella brýtur niður samanhangin.
Havstovan hevur fingið játtað stuðul til at taka lut í EPOC verkætlanini í gjøgnum eitt “Hop-on” útboð hjá EU og verður við hesum “widening partner” í verandi EPOC verkætlan. Arbeiðsuppgávurnar hjá Havstovuni snúgva seg um rákið tvørtur um Grønland-Skotland ryggin (GSR). Endamálið við hesum samstarvi og postdoktarastarvinum er at styrkja førleikan hjá EPOC at greina rákið tvørtur um GSR í “flutningsband” høpi og at meta um, hvussu væl yvirflot verður lýst í high resolution modellum, sum verða nýtt í EPOC verkætlanini.
Starvslýsing og ábyrgd
Granskarin verður partur av havfrøðiliga bólkinum á Havstovuni. Arbeiðið fevnir um greining av havfrøðiligum dátum úr økinum millum Ísland og Skotland, útrokningar av ráki og samanberingar av ymiskum kanningarhættum, ið verða nýttir til at máta rákið.
Úrslitini skulu leggjast fram fyri samstarvspørtum í EPOC, og góðir møguleikar eru fyri samstarvi við útlendskar granskarar innan m.a. mátingar og modellering.
Tann, ið verður sett/ur, skal:
- Samstarva við EPOC granskarar, serliga innan mátingar og modellering
- Geva sítt íkast til verkætlanarúrslit og leiða/viðvirka til vísindaligar greinar
- Luttaka á rannsóknartúrum, m.a. við granskingarskipinum R/V Jákup Sverri
Hvørjum leita vit eftir?
Vit leita eftir einum eldhugaðum og samstarvsfúsum persóni við góðum kunnleika innan havfrøði ella tilsvarandi vísindi.
Umsøkjarin skal hava:
- PhD í havfrøði ella líknandi faki
- Góðar rokniførleikar og royndir við framkomnari dataanalysu og hagfrøði
- Førleikar í forritan, t.d. í MATLAB, Python ella líknandi programmum til vísindaliga dataanalysu og visualisering
- Góðan kunnleika í enskum, bæði í skrivt og talu
- Góð evni at samstarva og arbeiða í einum altjóða, tvørfakligum toymi
Vit bjóða
Havstovan er ein lítil, men væl skipaður granskingarstovnur við drúgvum royndum innan havmátingar í Norðuratlantshavi. Vit samstarva við leiðandi stovnar í Evropa og USA. Vit hava luttikið í fleiri stórum ES-verkætlanum og eru í løtuni partur av ObsSea4Clim, umframt EPOC.
Arbeiðsstaðurin er á Havstovuni, har tú verður partur av einum toymi við bæði føroyskum og útlendskum starvsfeløgum. Vit leggja dent á fakliga dygd, akademiskt frælsi og virðing fyri samstarvi og ábyrgd.
Gjøgnum samstarv í verkætlanini fært tú eisini møguleika at byggja eitt víðfevnt altjóða netverk innan havmátingar og modellering.
Løn og setanartreytir
Setanin er full tíð og fylgir sáttmálanum hjá Akademikarafelagnum. Starvið varir til endan av EPOC verkætlanini, sum er juni 2027.
Byrjanardagur verður eftir nærri avtalu við tann, ið verður sett/ur – helst á heysti 2025.
Arbeiðsstaðurin er Havstovan, og tað verður væntað, at tú býrt í Føroyum í starvstíðini.
Fleiri upplýsingar
Vilt tú vita meira, kanst tú venda tær til Karin Margrethu H. Larsen, havfrøðing og deildarleiðara á Umhvørvisdeildini á Havstovuni, teldupostur: karinl@hav.fo
Umsóknarfreist
Umsóknir skulu sendast í seinasta lagi fríggjadagin 15. august 2025 kl. 12:00 (føroyska tíð) til karinl@hav.fo.
Umsóknin skal sendast sum ein PDF-fíla, ið hevur:
- Umsóknarbræv (motivatiónsbræv)
- Útgreinað lívsrensl (CV)
- Prógv fyri PhD
- Viðmæli
Tú kanst søkja, hóast tú ikki hevur fingið PhD-prógvið enn, men PhD-verjan skal verða staðin, áðrenn setan tekur við.
Øll eru vælkomin at søkja óansæð aldur, kyn, rasu, brek, trúgv ella etniska bakgrund.