P/F POUL HANSEN
Útgivið
5. oktober 2022
Útgongur
16. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Poul Hansen samtakið søkir eftir einum dugnaligum og álítandi starvsfólki til bókhald okkara at byrja skjótast gjørligt.

Vit kunnu bjóða eitt áhugavert og spennandi starv í einum samtaki við fjølbroyttum og avbjóðandi arbeiðsuppgávum.

Vit vænta, at tú

  • hevur royndir við bókhaldi
  • hevur góð evni at samstarva og samskifta
  • ert røkin og álítandi og dámar at hava gott skil á
  • ert tænastusinnað/ur

Høvuðsskipanin hjá fyritøkuni er Microsoft Dynamics AX.

Setanar- og lønarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv. Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og S&K felagið.

Um tú hevur spurningar til starvið, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til Ásu Hansen, leiðara á fíggjardeildini, á tlf. 227222 ella skriva til ahansen@ph.fo.

Umsókn, lívsrensl og viðkomandi prógv skulu sendast til hr@ph.fo í seinasta lagi sunnudagin 16. Oktober 2022.

Stutt um P/F Poul Hansen Poul Hansen samtakið er eitt handilsvirki í stórari menning, sum í dag umfatar bæði heilsølu, slaktarí, vistveitingardeild og saman við øðrum eigarum umsitur matvøruhandlar. Umleið 200 fólk starvast í samtakinum, sum varð stovnað í 1927. Samtakið fevnir sera breitt og hevur nógvar spennandi avbjóðingar innan fleiri ymisk starvsøki.

Víst verður eisini til heimasíðuna hjá samtakinum: www.ph.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið