Viðgerðarheimið Heilbrigdi
Útgivið
3. november 2023
Útgongur
27. november 2023
Staður
Norðuri á Heyggi 3 FO-176 Velbastaður, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
annika@heilbrigdi.fo

Lýsing

Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað søkir eftir programleiðara.

Um Heilbrigdi:
Heilbrigdi er viðgerðarheim, sum síðan 1986 hevur viðgjørt rúsevnismisnýtarar sambært 12 stiga
skránni hjá AA – eisini kallað Minnesota viðgerðin.

Lýsing:
Sóknast verður eftir eldhugaðum fólki at leiða og standa á odda fyri viðgerðini á stovninum.
Programleiðarin skal millum annað standa fyri grundviðgerðini, eftirviðgerðini, skeiðum fyri familju
og avvarðandi. Programleiðarin eigur í øllum lutum at vera fyrimynd fyri hina ráðgevararnar.

Starvið:
Høvuðsuppgávurnar hjá programleiðaranum eru m.a.:

  • hava ábyrgd av arbeiðinum hjá ráðgevunum og syrgja fyri, at allar reglur í viðgerðini verða
    hildnar
  • skipa fyri neyðugari útbúgving, eftirútbúgving og førleikamenning eftir Minnesota leistinum
    til viðgerðarnar og til starvsfólkið annars
  • tilrættaleggjan av arbeiðsvegleiðingum til starvsfólki og dagligu skránni av viðgerðini
  • føra gerðarbók, soleiðis at viðgerðin verður skjalfest

Vit vænta, at umsøkjarin:

  • hevur hug og hegni at leiða og er sjónlig/ur í leiðarastarvinum
  • er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til samstarv við bæði
    starvsfelagar, misnýtarar og hevur góð tvørfaklig samstarvsevni
  • hevur innlit í virksemi á misnýtsluøkinum
  • dámar avbjóðingar og hevur vilja og evni at royna nýggjar leiðir
  • hevur viðkomandi arbeiðsroyndir, førleikar og møguliga útbúgving í mun til misnýtslu og
    sjúklingar annars
  • hevur fakligan áhuga og vísir ábyrgd fyri egnari fakligari og persónligari menning
  • hevur evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna á stovninum
  • dámar avbjóðingar og hevur vilja og evnir at royna nýggjar leiðir
  • hevur koyrikort
  • reina revsiváttan

Vit bjóða:
Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum. Arbeiðið á einum høgum fakligum
støði og góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Talan er um fulltíðarstarv. Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið
Starvið verður lýst til setanar frá 1. januar 2024

Heilbrigdi skilar sær rætt til at søkja av nýggjum, um mett verður at skikkaður umsøkjari ikki søkir.

Umsókn verður at senda til:
Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað
Norðuri á Heyggi 3
FO-176 Velbastaður
Att.: Annika Holm

ella teldupost: annika@heilbrigdi.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast 26. november 2023.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku Holm, stovnsleiðara á telefon 580379

Líknandi størv

2. december 2023
Trý starvsfólk til sambýli í Havn   Faroe Islands nýtt
2. december 2023
2. december 2023
Bilførari til OCD.   Faroe Islands nýtt
2. december 2023

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið