Lýsing
Sjúkrahúsverkið hevur fingið til uppgávu at útvega, menna og verkseta eina nýggja talgilda heilsuskipan, sum skal stuðla undir skjalfesting av teimum klinisku, røktarfakligu og umsitingarligu mannagongdunum í Føroyska heilsuverkinum.
Í hesum sambandi leita vit eftir einum skipaðum og eldhugaðum programmsamskipara í tíðaravmarkað starv, sum skal stuðla undir arbeiðinum at verkseta nýggju heilsuskipanina. Tú fert at hava ein serstakan og týðandi leiklut í, at menningin og verksetingin av nýggju heilsuskupanini fer at ganga væl og effektivt. Samstundis er hetta eitt nýstovnað starv, sum tú kanst vera við til at mynda. Starvsbyrjan er 1. februar 2025.
Eitt sindur um verkætlanina: Bygnaðurin í verkætlanini er skipaður í eina programmleiðslu við einum yvirskipaðum programmstýrisbólki. Afturat programmleiðsluni verður knýtt ein programmskrivstova, umframt tilvísingarbólkar, strategibólkur ráðgevar og áhugabólkar. Verkætlanin verður býtt í sokallaði verkætlanarspor, sum síðani verða leidd av verkætlanarleiðarum og øðrum, har fyrsti partur er innkeypsfasan, herundir kravfesting, útboð, val av veitara og loysn.
Uppgávurnar hjá programmskrivstovuni, ið tú kemur at vera ein partur av, fevna millum annað um fylgjandi:
- Fundarinnkallingar og fundarfrágreiðingar
- Fíggjarlig uppfylgjan
- Stuðul til verkætlanarleiðarar viðv. rapportering av evnum og ymiskum váðum í programminum
- Framleiðing og dagføring av tíðætlanum og øðrum tilfari
- Skráseting, samskipan og viðlíkahald av tiltøkum, uppgávum og arbeiði í programm- og verkætlanaramboðum
- Skrivstovufyrisiting og samskipan fyri alt programmið
- Samskipan av innanhýsis og uttanhýsis samskifti.
Programmskrivstovan hevur harafturat operativa ábyrgd fyri at útvega serkunnleika innan til dømis løgfrøði, sáttmálasamráðing, KT arkitektar, prosessráðgevar og aðrar ráðgevar við fleiri.