Viðgerðarheimið Heilbrigdi
Útgivið
29. december 2022
Útgongur
23. januar 2023
Staður
Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað søkir ráðgeva

Um Heilbrigdi:
Heilbrigdi er viðgerðarheim, sum síðan 1986 hevur viðgjørt rúsevnismisnýtarar sambært 12 stiga skránni hjá AA – eisini kallað Minnesota viðgerðin. Alkoholisma, addiction ella bundinskapur er sambært WHO (Altjóða Heilsustovninum) viðurkent sum ein sjúka.

Lýsing:
Viðgerðarheimið Heilbrigdi sóknast eftir eldhugaðum fólki, sum hevur royndir innan viðgerð av rúsevnismisnýtarum. Ráðgevin eigur í øllum lutum at vera fyrimynd fyri allar misnýtarar.

Starvið hjá ráðgevanum umfatar m.a.:

  • fyrilestrar
  • bólka- og einstaklingaviðgerð
  • familju- og avvarðandiviðgerð
  • eftirviðgerð
  • luttøku í allari viðgerðargongdini, sum Heilbrigdi hevur og kemur at bjóða
  • ráðgevin hevur beinleiðis tilvísing til programleiðaran/leiðaran

 

Vit vænta, at umsøkjarin:

  • hevur hug og hegni at arbeiða við misnýtarum
  • er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til samstarv við bæði starvsfelagar og misnýtarar
  • hevur innlit í virksemi á misnýtsluøkinum
  • dámar avbjóðingar og hevur vilja og evnir at royna nýggjar leiðir
  • hevur viðkomandi arbeiðsroyndir og førleikar. Tað er ein fyrimunur, um ráðgevin hevur viðkomandi útbúgving
  • hevur koyrikort

 

Vit bjóða:
Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum. Arbeiðið á einum høgum fakligum støði, og góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Starvið er fulltíðarstarv og lønin sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Starvið kann til tíðir vera við skiftandi arbeiðstíðum.
Starvið verður lýst til setanar frá 1. februar 2023 ella skjótast møguligt aftaná tað.

Heilbrigdi skilar sær rætt til at søkja av nýggjum, um mett verður at skikkaður umsøkjari ikki søkir.

Umsókn verður at senda til:

Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað
Postboks 1149
FO-110 Tórshavn
Att.: Annika Holm, virkandi stovnsleiðari

ella teldupost: annika@heilbrigdi.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast 22. januar 2023

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku Holm, virkandi stovnsleiðara á telefon 580379.

Líknandi størv

7. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið