Viðgerðarheimið Heilbrigdi
Útgivið
22. december 2023
Útgongur
14. januar 2024
Staður
Norðuri á Heyggi 3, 176 Velbastaður, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
annika@heilbrigdi.fo

Lýsing

Viðgerðarheimið Heilbrigdi á Velbastað søkir ráðgeva.

Um Heilbrigdi:
Heilbrigdi er viðgerðarheim, sum síðan 1986 hevur viðgjørt rúsevnismisnýtarar sambært 12 stigaskránni hjá AA – eisini kallað Minnesota viðgerðin. Alkoholisma, addiction ella bundinskapur er sambært WHO (Altjóða Heilsustovninum) viðurkent sum ein sjúka.

Lýsing:
Viðgerðarheimið Heilbrigdi sóknast eftir eldhugaðum fólki, sum hevur royndir innan viðgerð av rúsevnismisnýtarum. Ráðgevin eigur í øllum lutum at vera fyrimynd fyri allar misnýtarar.

Starvið hjá ráðgevanum umfatar m.a.:

  • fyrilestrar
  • bólka- og einstaklingaviðgerð
  • familju- og avvarðandiviðgerð
  • eftirviðgerð
  • luttøku í allari viðgerðargongdini sum Heilbrigdi hevur og kemur at bjóða
  • ráðgevin hevur beinleiðis tilvísing til programleiðaran/leiðaran

Vit vænta, at umsøkjarin:

  • hevur hug og hegni at arbeiða við misnýtarum
  • er tænastusinnaður, fyrikomandi og hevur góð evni og vilja til samstarv við bæði starvsfelagar
    og misnýtarar
  • hevur innlit í virksemi á misnýtsluøkinum
  • dámar avbjóðingar og hevur vilja og evnir at royna nýggjar leiðir
  • hevur viðkomandi arbeiðsroyndir og førleikar. Tað er ein fyrimunur, um ráðgevin hevur
    viðkomandi útbúgving
  • hevur koyrikort
  • reina revsiváttan

Vit bjóða:
Eitt spennandi starv við sjálvstøðugum og avbjóðandi uppgávum. Arbeiðið á einum høgum fakligum støði, og góðar møguleikar fyri bæði persónligari og fakligari menning.

Starvið er fulltíðarstarv og lønin sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmannafelagið.
Starvið kann til tíðir vera við skiftandi arbeiðstíðum.
Starvið verður lýst til setanar frá 1. februar 2024 ella skjótast møguligt eftir tað.

Heilbrigdi skilar sær rætt til at søkja av nýggjum, um mett verður at skikkaður umsøkjari ikki søkir.

Umsókn verður at senda til:
Viðgerðarheimið Heilbrigdi
Norðuri á Heyggi 3
176 Velbastaður
Att.: Annika Holm, stovnsleiðari

ella teldupost: annika@heilbrigdi.fo

Umsóknin skal vera okkum í hendi seinast 14. januar 2024

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Anniku Holm, stovnsleiðara á telefon 580379

Líknandi størv

Lærarastarv í Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
2. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið