Lýsing
Nám sóknast eftir dugnaligum og ágrýtnum ráðgeva til verkætlanina Betri vinir. Talan er um áhugavert starv í Námi við møguleikum fyri fakligari og persónligari menning.
Starvið er fulltíðarstarv og er tíðaravmarkað frá 1. august 2026 til 31. juli 2027. Um fíggjarligu umstøðurnar loyva tí, ber til at leingja setanina tvær ferðir við einum skúlaári hvørja ferð til ávikavist 31. juli 2028 og 31. juli 2029.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar fevna í høvuðsheitum um, í samstarvi við verkætlanarleiðsluna, at ráðgeva skúlum, lærarum og foreldrum um Betri vinir og at gera námsfrøðiligar og didaktiskar leiðbeiningar til tilfar um Betri vinir.
Ráðgevin skal eisini, í samráð við leiðsluna, kunna átaka sær aðrar uppgávur í Námi.
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava fólkaskúlalæraraútbúgving, starvsroyndir í fólkaskúlanum umframt serligar førleikar og royndir innan Betri vinir.
Harumframt vænta vit, at umsøkjarar hava:
- Áhuga fyri fakligari og námsfrøðiligari menning
- Góð samstarvsevni og góðar samskiftisførleikar
- Góðan málførleika í føroyskum, donskum og enskum
Skeið í ráðgeving um Betri vinir kann vera ein fyrimunur.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Starvið er fulltíðarstarv og er tíðaravmarkað frá 1. august 2026 til 31. juli 2027. Um fíggjarligu umstøðurnar loyva tí, ber til at leingja setanina tvær ferðir við einum skúlaári hvørja ferð til ávikavist 31. juli 2028 og 31. juli 2029.
Broytingar kunnu verða gjørdar í arbeiðsuppgávunum.
Umsókn og samband
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til:
Eyðun Gaard, stjóri
Telefon: 555 150
Teldupostur: eydun@nam.fo
Umsókn saman við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 22. juni 2026.
Umsóknin skal sendast til:
Um Nám
Nám er fyrisitingar- og tænastustovnur undir Mentamálaráðnum.
Høvuðsvirkisøkini eru:
- Útvegan av undirvísingarmiðlum
- Ráðgeving
- Skeiðsvirksemi
- Skipan av próvtøkum í skúlaverkinum
Í Námi eru 35 starvsfólk.