VRG
Útgivið
1. maj 2022
Útgongur
20. maj 2022
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður

Lýsing

Um starvið

VRG á Glyvrum søkir eftir einum ágrýtnum persóni við ráðgevandi og samskipandi eginleikum. Talan er um eitt áhugavert starv við fjølbroyttum og sjálvstøðugum arbeiðsuppgávum.

Talan er um fulltíðarstarv.

Arbeiðsuppgávurnar eru m.a.

  • at luttaka í samskipanini av størri vinnuátøkum, sum t.d. Faroexpo
  • dagføring av heimasíðum og sosialum miðlum
  • verkætlanararbeiði av ymiskum slag fyri okkara kunda
  • at røkja ymiskar fyrisitingarligar og praktiskar uppgávur
  • at veita ráðgeving innan ávís øki

Førleikakrøv: Vit vænta at tú

  • hevur viðkomandi útbúgving og royndir
  • hevur gott tænastulyndi og góð samstarvsevnir
  • hevur eitt jaligt sinni og áræði
  • dugir at skipa tín gerandisdag og megnar at halda freistir
  • ert væl fyri málsliga í skrivligum og munnligum enskum, føroyskum og skandinaviskum
  • ert vitanarsøkjandi og hevur lætt við at nema tær nýggjar førleikar
  • vilt átaka tær ymisk sløg av uppgávum og trívist við at arbeiða sjálvstøðugt
  • gongur høgt upp í at uppgávur verða loystar væl, og fylgir uppgávuni á mál
  • hevur viðkomandi førleikar í vanligum telduforritum, sum t.d. Office og líknandi skipanum

Tað er ein fyrimunur, at tú ert fleksibul og, tá tørvur er á tí, vera til reiðar til at avgreiða uppgávurnar uttanfyri vanliga arbeiðstíð.

Løn og setanarviðurskifti
Løn og setanarviðurskifti verða sambært avtalu við arbeiðsgevara.

Umsókn
Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Símun Hammer, tel. 566600, simun@vrg.fo.

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 20. mai 2022. Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skjølum skal sendast til vrg@vrg.fo

Um VRG
VRG stuðlar leiðslum á virkjum og stovnum við týdningarmiklum uppgávum og avbjóðingum innan okkara kjarnuøkir, sum tú kanst lesa meira um á www.vrg.fo. Okkara arbeiðsøki er fyrst og fremst í Føroyum, men vit hava tó eisini ein rímiligan kundaskara í okkara grannalondum.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið