Lýsing
Diagnostiski depihúsinum søkir eftir radiografum til Røntgendeildina. Talan er tvey barsilsfarloyvisstørvlin á Landssjúkra á fulla tíð við tilkallivakt frá heimi, kvøld/nátt og vikuskifti í tíðarskeiðnum 01.08.2022 til og við 30.04.2023.
Á Røntgendeildini verða, umframt vanligar konventionellar, kanningar gjørdar
- CT-skanningar
- MR-skanningar
- Ultraljóðkanningar
- Mammografi/Screening
Førleikar
- Góð samstarvsevni
- Fakligan áhuga fyri arbeiðinum á deildini
- Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
- Miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar
- Góðan telduførleika
Vit kunnu bjóða
- Eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi
- Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
- Positivt tvørfakligt samstarv
- Felags innleiðslu og upplæring á deildini
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Radiografar í Føroyum/Felagið Føroyskir
Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Lisu Frederiksberg, deildarleiðara á Røntgendeildini, tlf. 304500, lokal 5507 ella t-post Lisa.Frederiksberg@ls.fo.
Umsóknarfreistin er tann 20.06.2022.
Vinarliga søk starvið her.
Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni “Um okkum”.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.