Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
9. september 2024
Útgongur
20. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit søkja eftir tveimum radiografum til setan 1. desember 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um føst størv fulla tíð við tilkallivakt.

Um okkum
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt vælvirkandi nymótans sjúkrahús, ið tekur imóti sjúklingum úr øllum Føroyum. Her starvast áleið 120 fólk í 24 ymiskum fakbólkum.

Røntgendeildin er partur av skurðdeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi.Tínir starvsfelagar á deildini vera narkosusjúkrasystrar, skurðsjúkrasystrar og reingerðarfólk, umframt læknar.

Á røntgendeildini verða gjørdar konventionellar røntgenkanningar og CT-skanningar. Deildin ger umleið 2.587 kanningar íalt um árið.

Sum radiografur á Suðuroyar Sjúkrahúsi skalt tú røkja ta radiografisku tænastuna av innløgdum, ambulantum og akuttum sjúklingum.

Í starvinum hevur tú tætt samstarv við radiologar og radiografar á Landssjúkrahúsinum.

Vit ynskja, at tú

  • setir tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • ert sjálvstøðug/ur, positiv/ur, engasjerað/ur og motiverað/ur
  • hevur góð samstarvsevni bæði mono- og tvørfakligt
  • ert fleksibul viðv. arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum
  • hevur lætt við at organisera og strukturera og hevur yvirlit í akuttum støðum
  • hevur dagførda vitan og royndir innan konventionel røntgen og CT-skanning
  • hevur danska autorisatión
  • hevur góðar telduførleikar
  • ynskir at fremja trivnað á arbeiðsplássinum.

Vit kunnu bjóða

  • góðar starvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
  • ávirkan á egnan gerandisdag
  • skipaða førleikamenning
  • ávirkan á menningina av røntgendeildini
  • skipaða innleiðslu.

Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Radiografar í Føroyum og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Agnete Vestergaard, deildarleiðara á tlf. 34 33 00 ella umvegis teldupost agnete@ssh.fo.

Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til starv@ssh.fo og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20.september 2024.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara kanst tú lesa meira um Suðuroyar Sjúkrahús.

Líknandi størv

18. september 2024
Fíggjarleiðari   Faroe Islands nýtt
18. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið