Landssjúkrahúsið
Útgivið
16. september 2023
Útgongur
30. september 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir radiograf til Røntgendeildina til setan tann 1. oktober 2023 – 30. september 2024, ella eftir nærri avtalu.

Talan er eitt avloysarastarv á fulla tíð við tilkallivakt frá heiminum, kvøld/nátt og vikuskifti.

Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum starvast 1100 starvsfólk, harav uml. 25 eru starvast á røntgendeildini.

Á røntgendeildini starvast 1 deildarleiðari, 4 røntgenlæknar, 14 radiografar og 3 læknaskrivarar.

Deildin ger umleið 39.000 kanningar um árið, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða beskrivaðar.

Um teg
Tú hevur áhuga og árræði til at bjóða teg fram at arbeiða á eini spennandi deild, har tú arbeiðir tætt saman við fakliga dugnaligum starvsfeløgum.

Tú hevur áhuga fyri radiografarbeiðinum, og hevur hug og vilja at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, so vit saman skapa eitt gott arbeiðsumhvørvi og trivnað á deildini.

Røntgendeildin ger hesar kanningar:

  • Konventionellar kanningar
  • CT-skanningar
  • MR-skanningar
  • Ultraljóðkanningar
  • Mammografi/Screening

Førleikakrøv:

  • Útbúgvin radiografur
  • Góð samstarvsevni og jaligt lyndi
  • Fakligan áhuga fyri røntgenarbeiði
  • Góðan telduførleika
  • Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivna har tú arbeiðir
  • At miðla vitan bæði á deplinum og til aðrar samstarvsfelagar

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymisum avbjóðingum
  • Fakligar kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Positivt tvørfakligt samstarv
  • Upplæring á deildini 

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Radiografar í Føroyum/Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at ringja til deildarleiðaran Lisu Frederiksberg, tel 304500, lokal 5507.

Umsóknarfreistin er 29. september 2023

Vinarliga søk starvið her. 

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Um stovnin”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar. 

Líknandi størv

2. december 2023
Trý starvsfólk til sambýli í Havn   Faroe Islands nýtt
2. december 2023
2. december 2023
Bilførari til OCD.   Faroe Islands nýtt
2. december 2023

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið