Lýsing
Røntgendeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sóknast eftir radiografi til fast starv við 0,8 tíð. Til byrjan 1. juli 2022, ella eftir nærri avtalu.
Á røntgendeildini starvast 4 fólk í skiftandi vaktum.
Røntgendeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er ein vælrikin deild, við nýmótans tólum til konventionellar kanningar. Harumframt fremja vit eisini ESWL viðgerðir.
Røntgendeildin samstarvar tætt við kommunulæknar, skaðastovu, skurðdeildina og seingjardeild. Eisini hava vit tætt samstarv við røntgendeildina á Landssjúkrahúsinum.
Vit kunnu bjóða tær:
- Eitt fakliga spennandi arbeiði við dugnaligum, virknum og fyrikomandi starvsfeløgum.
- Eitt arbeiðspláss har vítt er til veggja og rúmd er fyri nýhugsan.
- Innleiðslu og upplæring við útgangsstøði í fakligum royndum og kvalifikatiónum.
Vit vænta, at umsøkjari:
- setur tørvin hjá sjúklinginum í hásæti,
- er tænastusinnaðir og fyrikomandi,
- hevur hugburð sum stuðlar undir góðum arbeiðsumhvørvi og trivnaði,
- hevur evnir at arbeiða sjálvstøðugt,
- hevur prógv sum radiografur og danska autorisatión.
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Radiografar í Føroyum/Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Hera Olsen, leiðara á røntgendeildini, tlf. 404511, ella við telduposti til heriol@ks.fo
Umsókn, við avriti av prógvi, góðkenning og CV, skal sendast til umsokn@ks.fo.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin, 17. juni 2022.
Á okkara heimasíðu, www.ks.fo, er meira kunning um Klaksvíkar Sjúkrahús.