Lýsing
Radiografur til Suðuroyar sjúkrahús
Eitt starv sum radiografur er leyst til setan frá 15. novembur 2021.
Talan er um fulltíðarstarv við tilkallivakt.
Sum radiografur á Suðuroyar sjúkrahúsi skalt tú røkja ta radiografisku tænastuna av innløgdum, ambulantum og akuttum sjúklingum.
Tú kemur at arbeiða saman við starvsfólkunum á skurðdeildini, samstundis sum tú kemur at hava tætt samstarv við radiologar og radiografar á Landssjúkrahúsinum.
Vit vænta at umsøkjarar:
• seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
• eru sjálvstøðugir, positivir, engasjeraðir og motiveraðir
• hava góð samstarvsevni bæði mono- og tvørfakligt
• eru fleksiblir viðv. arbeiðsuppgávum og arbeiðstíðum
• hava lætt við at organiserað og strukturerað og hava yvirlit í akuttum støðum
• hava dagførda vitan og royndir innan konventionel røntgen og CT-skanning
• hava danska autorisatión.
Vit kunnu bjóða:
• góðar starvsfelagar og gott arbeiðsumhvørvi
• ávirkan á egnan gerandisdag
• skipaða førleikamenning
• ávirkan á menningina av røntgendeildini.
Løn og setanartreytir sambært sáttmála millum Radiografar í Føroyum og Fíggjarmálaráðið.
Íbúð við innbúgvi er tøk sambært galdandi reglum.
Nærri upplýsingar um starvið fáast frá Agnete Vestergaard, deildarleiðara ella Gunnbjørg Guttesen, varastjóra á tlf. 34 33 00.
Umsókn við prógvum og viðkomandi skjølum skal sendast til ssh@ssh.fo
Umsóknarfreistin er 18. septembur 2021.
Á heimasíðuni www.ssh.fo er meira kunning um Suðuroyar sjúkrahús.