Lýsing
Søkt verður eftir rakstrarleiðara til tann partin av virkseminum, sum fevnir um ítróttahallir og fimleikahallir.
Stovnurin Ítróttaanlegg hevur um hendi allar ítróttahallir, fótbóltsvøllir og ítróttabreytir í kommununi.
Talan er um nýtt starv, sum verður myndað í felag við stovnsleiðaranum fyri Ítróttaanlegg. Saman við leiðaranum fyri Ítróttaanlegg hevur rakstrarleiðarin ábyrgd av røkt og viðlíkahaldi av hallum. Eisini eru teknisku skipanir partur av uppgávuni. Ítróttaanlegg brúkar nógvar ymiskar tekniskar fyriskipanir sum krevja viðlíkahald og dagføringar.
Tú kemur at hava ávirkan á dagliga og framtíðar viðlíkahaldið og útbyggingina av økinum.
Á økinum starvast 17 starvsfólk.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144155