Útgivið
29. november 2021
Útgongur
15. december 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Rakstrarleiðari til undirsjóvartunlarnar

Søkt verður eftir rakstrarleiðara til undirsjóvartunlarnar: Vágatunnilin, Norðoyatunnilin, Eysturoyartunnilin og seinni Sandoyartunnilin.

Uppgávurnar fevna um leiðslu av tekniska rakstrinum av tunlunum, tekniska útbúnaðinum hjá feløgunum og umsiting av tænastusáttmálum við undirveitarar, at hava eftirlit við dagliga rakstrinum av tunlunum. Rakstrarleiðarin gongur inn í arbeiðið við tilbúgving í tunlunum og luttekur í menning og dagføring av tunlunum og trygdarskipanum teirra.

Førleikakrøv

Tann rætti umsøkjarin

  • er maskinmeistari, elektrikari, verkfrøðingur ella hevur líknandi útbúgving, sum hóskar til arbeiðið
  • hevur telduførleikar
  • hevur góð samstarvsevni og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
  • hevur royndir frá rakstri av tekniskum anleggum, vegum og tunlum
  • hevur kunnleika til enskt mál

Lønar og setanartreytir
Miðað verður ímóti at seta starvið skjótast gjørligt, ella eftir nærri avtalu. Løn og setanartreytir annars eftir nærri avtalu. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Una Danielsen telefon 285700 ella teldupost ud@tunnil.fo.

Umsóknir saman við prógvum, C.V. og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 15. desember 2021. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og kunnu sendast sendast til teldupost ud@tunnil.fo ella til:

P/F Tunnil
Att.: Uni Danielsen
Postboks 119
Heiðavegur 57
610 Saltangará

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið