Tórshavnar kommuna
Lýsing
Søkt verður eftir rakstrarleiðara til tann partin av virkseminum, sum fevnir um fótbóltsvøllir og ítróttabreytir.
Talan er um eitt starv, sum verður myndað í felag við stovnsleiðaranum fyri Ítróttaannlegg. Saman við leiðaranum fyri Ítróttaanlegg hevur rakstrarleiðarin ábyrgd av røkt og viðlíkahaldi av vøllunum og breytunum; eisini er økið kring ítróttarøkið partur av uppgávuni.
Tú kemur at hava ávirkan á dagliga og framtíðar viðlíkahaldið og útbyggingina av økinum.
Á økinum starvast umframt rakstrarleiðaran trý starvsfólk.
Arbeiðsuppgávurnar fevna m.a. um at:
- leggja til rættis arbeiðið og raðfesta uppgávur
- hava tætt samstarv og samskifti við ítróttafeløgini og viðkomandi sersambond
- samskipa størri umvælingar og viðlíkahald í samstarvi við leiðaran
- hava eftirlit við tekniskari útgerð s.s. maskinur v.m.
- gera ymiskar smærri handverkarauppgávur
- bíleggja vørur og samskifta við heilsølur og veitarar
- standa fyri rakstri og viðlíkahaldi av bygningum, sum eru knýtt at úti-økjunum
- skipa kavarudding av ábyrgdarøkinum