Landsverk
Útgivið
16. juli 2024
Útgongur
11. august 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um framleiðslueindina
Tú verður leiðari fyri framleiðslueindini, sum er partur av Virkisdeildini hjá Landsverki. Framleiðslueindin framleiðir grót, skerv og asfalt til vinnulívið og privatkundar. Umframt teg, starvast 20 fólk á tíni eind, og hesi eru ávikavist á asfaltverkinum á Sundi, í grótbrotunum í Hundsarabotni, Porkeri og Hústoft, umframt bitumengoymsluni í Hósvík.

Um starvið
Formenninir á ymsu støðunum vísa beinleiðis til tín, og tú vísir beinleiðis til deildarleiðaran á Virkisdeildini. Tú fert tó eisini at samskifta nógv við aðrar partar av Virkisdeildini, sum t.d. maskinumsitingina, starvsstovuna og veghaldið.

Tín kjarnuuppgáva verður at menna og tryggja skynsama framleiðslu.

Sum rakstrarleiðari hevur tú ábyrgdina av:

  • At tryggja eina skynsama verkgongd í framleiðsluketuni
  • At samskifta við vinnuna um framtíðarútlit, fyri at framtíðartryggja framleiðsluna og vørugoymsluna
  • At okkara útboð av gróti, skervi og asfalti javnvigar við eftirspurningin

At tryggja høga góðsku og at menna vøruúrvalið í samskifti við okkara starvsstovu

Førleikakrøv og væntanir
Tað verður væntað, at tú hevur royndir innan annlegsarbeiði og hevur leiðsluroyndir. Tú kanst vera útbúgvin byggifrøðingur, verkfrøðingur ella hava aðra viðkomandi útbúgving. Tó eru tað tínar arbeiðsroyndir, ið verða raðfestar.

Harumframt vænta vit, at tú:

  • Hugsar langtíðarætlan inn í tína ráðlegging
  • Dugir væl at skipa arbeiðið – bæði títt egna og tað hjá starvsfólkunum
  • Samskiftir og samstarvar væl við fólk, eisini tá ið hesi hava sjónarhorn og royndir, ið eru øðrvísi enn tíni.
  • Ert sjónlig/-ur og megnar at fáa fylgiskap

Ert ein proaktivur og ágrýtin leiðari, ið ikki er bangin fyri at royna nýggjar háttir.

Løn og setan
Talan er um fastlønt fulltíðarstarv. Tænastustaðurin er í maskinmiðstøðini í Kollafirði. Tann, ið settur verður, skal tola broytingar í starvinum, og at starvið t.d. kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag.

Umsóknir
Prógv og lívsrensl (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara og vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. august 2024.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til leiðaran á Virkisdeildini, Jann Dam Frandsen á tlf. 290841 ella jada@lv.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið