Tórshavnar kommuna
Lýsing
Vit søkja eftir einum nærlagdum rakstrarleiðara at tryggja ein skynsaman og effektivan rakstur av burturkastøkinum. Sum rakstrarleiðari stendur tú fyri rakstrinum av brennistøðini, endurnýtsluni, jarnmóttøkuplássinum og rottangatømingini.
Í starvinum ert tú partur av leiðslutoyminum og luttekur í arbeiðinum at gera stutt- og langtíðar ætlanir fyri útskiftan og viðlíkahald fyri at tryggja ein góðan rakstur. Tú kemur at vísa til leiðaran á Kommunalu Brennistøðini.
https://www.torshavn.fo/um-kommununa/starv-i-kommununi/leys-stoerv?job=144523