Strandfaraskip Landsins
Útgivið
8. juli 2024
Útgongur
19. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Spennandi starvið sum rakstrarleiðari á Strandferðsluni er leyst at søkja hjá tí, ið líkar avbjóðingar. Rakstrarleiðarin hevur hegni til skiparakstur, tev fyri sjóvinnu og sær einstakar lutir í sjálvum sær eins og í størri og breiðari høpi. Rakstrarleiðarin hevur høvuðsábyrgdina av rakstrinum av ferjunum, at leiða og eggja hinum trimum starvsfólkunum á rakstrardeildini og at hava eitt tætt og neyvt samstarv við maskinkunnleikan úti á skipunum.

Møguleikin fyri persónligari og fakligari menning er góður, um tú ynskir tað, og tú fær ávirkan á menningina av Strandferðsluni, hvørs høvuðsleiklutur í føroyska samfelagnum er at tryggja lógarásettu sjóvegis ferðafólka- og farmaflutningsskylduna. Tú verður partur av leiðsluni og vísir til stjóran.

Strandferðslan hevur seinastu mongu árini verið fyri støðugum broytingum. Undirsjóvartunlar hava avloyst ferjur, og miðalstóru og minni ferjurnar verða endurnýggjaðar. Prosjekteringin av báðum skipasløgunum gongur væl, og farið verður í gongd við byggja komandi ár. Tú verður sum rakstrarleiðari sjálvsagdur partur av hesi spennandi tilgongd. Ein onnur týðandi uppgáva er at tryggja Suðuroyarleiðina komandi árini.

Fakligir og yrkisligar førleikar 

  • Miðallanga hægri viðkomandi útbúgving innan verkfrøði ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Royndir innan skiparakstur, tøknilig og sjóvinnu viðurskifti
  • Kunnleika til viðkomandi tøknilig forrit
  • Góðar føroyskar, norðurlendskar og enskar málsligar førleikar í skrift og talu

Tað er ein fyrimunur, men ikki ein treyt, um tú hevur royndir innan almenna fyrisiting og verkætlanarleiðslu.

Persónligir eginleikar 

  • Er framsøkin og dugir at taka ábyrgd
  • Megnar at savna leiðslu og starvsfólk og tryggja úrslit
  • Dugir at greina torgreidd viðurskifti
  • Røkin og hevur gott yvirlit
  • Er tænastusinnað/ur, jalig/ur og opin fyri tillagingum

Lønar- og setanarviðurskifti
Lønin er sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag. Starvið verður sett skjótast gjørligt. Starvsstaðurin verður sambært avtalu. Høvuðsskrivstovan er á Tvøroyri.

Umsóknarfreistin er 19. juli 2024. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Niels Juel Arge, stjóra á nja@ssl.fo ella 343030.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Søk starvið her.

Um Strandfaraskip Landsins:
Strandfaraskip Landsins (Strandferðslan) er landsfyritøka undir Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum. Við lóg er ásett, at endamálið við Strandferðsluni er at lúka landsins tørv á innanlands fólka- og farmaflutningi. Virksemið er spjatt kring landið allar dagar á árinum frá árla á morgni til út á midnátt. Strandferðslan umsitur íalt 30 farleiðir: 7 oyggjaleiðir og 23 bygdaleiðir við átta ferjum og 48 bussum. Harumframt er raksturin av ferðafólkaflúgvingini við tyrluni á játtanini hjá Strandferðsluni. Í 2023 var samlaða ferðafólkatalið knappar 1,25 millión. Av hesum ferðaðust umleið 725 túsund við ferjunum og 520 túsund við bussunum. Flutt blivu 188 túsund akfør. Starvsfólkahópurin er 180 fólk. Fyrisitingin er skipað í fíggjar-, samferðslu-, rakstrar-, kt- og starvsfólkadeild umframt stjórnarskrivstovu.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið