Útgivið
18. oktober 2021
Útgongur
2. november 2021
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Reingerðarfólk til Niðristovu á Norðoya Røktarheim

Vit sóknast eftir
Reingerðarfólki á setanarbrøki 0,375 (30 tímar aðru hvørja viku) at byrja sum skjótast. Arbeitt verður í dagtímum á yrkadøgum.

Á Norðoya Røktarheimi eru 28 búpláss á tveimum eindum, Uppistova og Niðristova. Starvið er staðsett á Niðristovu.

Førleikakrøv og karmar
Vit vænta, at tú ert røkin og kennir týdningin av góðum reinføri.
At tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við bú- og starvsfólk.

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og góðari innleiðslu.
Øll starvsfólk hjá NBH kunnu venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum er soljóðandi:

  • NBH strembar eftir at skapa fjøltáttaðar møguleikar fyri nærveru, eldru borgarum, avvarðandi og starvsfólkum at gagni.
  • NBH vil raðfesta fleksibilitet og samskapan í teimum loysnum, ið framyvir skulu finnast á eldraøkinum.
  • Fyritreytin er eitt hugvekjandi øki, sum er grundað á álit, høgt fakligt støði og virðing.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum KAF og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Menu á Gørðum, deildarleiðara, á tlf. +298 793435 ella við telduposti til menag@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 2. november 2021.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið