Lýsing
Vága kommuna søkir eftir einum fólki til reingerð, at byrja skjótast gjørligt.
Starvið
Starvið inniber reingerð av dagstovninum Sóljugarði í Sandavági. Talan er um reingerð 3 tímar um dagin, eftir kl. 17.00.
Førleikakrøv
Vit vænta av tær, at tú:
- Hevur royndir við reingerðararbeiði.
- Hevur góð samstarvsevnir, og kann arbeiða sjálvstøðugt.
- Ert røkin og arbeiðssom/samur.
Løn og setanartreytir
Starvið er tímalønt og verður lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Tímatalið er 15 tímar um vikuna, og øll reingerð er um kvøldi, møguleiki kann verða fyri fleiri tímum. Setanarstaðurin er Vága kommuna og tann setti má tola at broytingar koma fyri í starvinum.
Soleiðis søkir tú
Søk starvið við at trýsta á SØK NÚ knappin á høgru síðu. Viðfest møgulig prógv, lívsgongdarlýsing og viðmæli. Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Rógva Jacobsen, tekniska leiðara, við at ringja á tlf.: +298 794405 ella á teldupost rogvi@vaga.fo.
Freistin at søkja starvið
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 21. januar 2025. Setanarsamrøður verða hildnar leypandi.