Lýsing
Við Tjarnir søkir eftir einum reingerðarfólki at halda stórhøllina reina og innbjóðandi. Talan er um eitt fulltíðarstarv við skiftandi vaktum.
Vit ímynda okkum, at tú:
- Ert røkin, álítandi og tekur ábyrgd fyri, at økið altíð er reint og væl hildið.
- Hevur gott yvirlit og dugir at arbeiða sjálvstøðugt.
- Ert fleksibul og til reiðar at arbeiða í skiftandi vaktum, alt eftir tørvi.
Uppgávurnar fevna m.a. um:
- Reingerð av stórhøllini og tilhoyrandi økjum, herímillum skiftirúm, wc, brúsurúm og matarhøli, og reingerð í sambandi við tiltøk, sum ofta eru í vikuskiftum.
- At tryggja, at øll øki altíð eru væl hildin og innbjóðandi.
- Samskipan við viðkomandi starvsfólk, tá tørvur er á innkeypi ella viðlíkahaldi.
Vit bjóða:
- Eitt fjølbroytt og týdningarmikið starv í einum spennandi og lívligum umhvørvi.
- Góðar arbeiðsumstøður og eitt gott starvsfólkatoymi.
- Løn sambært sáttmála við Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Umsóknin:
Skriva eina stutta umsókn og send hana saman við CV til arb@tjarnir.fo í seinasta lagi 21. januar. Viðmerk “Reingerðarfólk til Stórhøllina”.
Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Regin W. Dalsgaard, stjóra, á tel. 59 60 61 ella senda ein teldupost til rwd@tjarnir.fo.
Við Tjarnir er ein framkomin og umhvørvisvinarlig stórhøll, sum leggur dent á burðardygd og góða tænastu