Landsverk
Útgivið
5. september 2024
Útgongur
24. september 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Landsverk hevur tørv á einum starvsfólki, at gera reint í hølinum á Lambareiði, har vit hava eina smiðju og vegastøð.

Um teg
Vit leita eftir tær, sum leggur dent á góða tænastu, hevur eyga og hegni fyri reingerð. Vit vænta, at tú arbeiðir sjálvstøðugt og ert ágrýtin og vælgjørd/ur í tínum arbeiði.

Vit leggja dent á góð samstarvsevni, eitt gott huglag og góðan hugburð. Tú samskiftir á føroyskum, enskum ella donskum, og tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá einum líknandi starvi áður.

Um starvið
Arbeiðið fevnir um reingerð av skrivstovum, gongum, vesum og kantinum. Tú fært eina reingerðarætlan, sum gevur tær geitt yvirlit yvir hvat skal vaskast. Arbeiðstíðin um 44 tímar um mánaðin, har møguleiki er at arbeiða um dagin ella um kvøldi/vikuskiftinum.

Setanarviðurskiftir
Talan er um tímalønt starv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Tín arbeiðsstaður verður á Lambareiði.

Umsóknir
Umsókn, lívsrensl (cv) og avrit av møguligum viðmælum skulu sendast umvegis heimasíðu okkara og vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. september 2024.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Árna Jacobsen, økisleiðari, á tlf. 290 920, telduposti á arja@lv.fo ella Allan Magnussen, leiðari fyri maskinumsiting, á tlf. 290 725, teldupost á allanmag@lv.fo

Líknandi størv

Reingerðarfólk til Miðgarð   Faroe Islands nýtt
9. september 2024
9. september 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið