Landssjúkrahúsið
Útgivið
22. maj 2023
Útgongur
2. juni 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Um størvini:
Vit bjóða ábyrgdarfull størv við góðum arbeiðsumhvørvi, og frálíkum starvsfeløgum.

Arbeiðið snýr seg í høvuðsheitum um, at borðreiða máltíðir til sjúklingar og reingerð av sjúkrastovum og/ella av felagshølum.

Tað inniber, at tú kemur tætt uppá og hevur eitt ávíst samskifti við sjúklingar, tí er umráðandi at tit skilja hvønn annan.

Á B5 er talan um fastlønt starv í skiftandi vaktum, dag, og 3. hvørt vikuskifti.

Tímatalið er umleið 35 tímar um vikuna.

Á B6 er eisini talan um fastlønt starv í skiftandi vaktum, dag, kvøld og 3. hvørt vikuskifti.

Tímatalið er umleið 33 tímar um vikuna.

Á B8 er talan um 2 fastlønt størv í skiftandi vaktum, dag, kvøld og 2. hvørt vikuskifti.

Tímatalið er umleið 28 tímar um vikuna.

Í samband við, at nýggi H – bygningurin verður tikin í nýtslu, skal viðkomandi tola broytingar í starvinum.

Hevur tú hug til, at arbeiða nakrar tímar um dagin, um kvøldarnir ella í vikuskiftum er tú eisini vælkomin at søkja!

Vit vænta, at umsøkjarar hava:

  • Góðan røkjuskap og ganga høgt upp í reinføri
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Eru fyrikomandi arbeiðssom/samur

Upplýsingar:
Att: Vinarliga viðmerk í umsóknini hvat fyri starv verður søkt.

Vilt tú vita meira um starvið, ber til at ringja á tlf. 304500, lokal 1245 ella 1240.

Setanartreytir:
Setanarstaðið er Tænastudepilin/Tænastudeidlin

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálan millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Umsóknarfreistin er 2. juni 2023.

Umsóknir verða viðgjørdar, so hvørt tær koma inn.

Søk starvið her.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

4. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið