Lýsing
Vegna økt virksemi sóknast Dveylan reingerð eftir dugnaligum vaskifólkum at arbeiða dagarbeiðir. Vaskiarbeiði kann hava sera liðiligar tíðir, fyri at taka hædd fyri øðrum ábyrgdum, tú møguliga hevur.
- Arbeiði kann vera frá hálvatíð upp til fullatíð.
- Arbeiði kann byrja kl 8, kl 10 ella kl 12.
- Arbeiði kann vera tveir til fimm dagar um vikuna.
Vit søkja serstakliga eftir fólki, ið dáma at halda húsið reint og føla eina ábyrgd at hjálpa teimum eldru í samfelagnum – umframt øðrum.
Um tær dámar at hjálpa fólki, gera reint, lurta eftir tónleiki og at røra teg, so er Dveylan møguliga rætta arbeiðsplássi til tín.
Arbeiði kann gerast rættiliga fleksibult, so endiliga set teg í samband við okkum.
Um okkum
Dveylan reingerð veitir tænastur til privat hús, virkir og stovnar. Uppgávurnar fevna víða: løtt reingerð, støva av og upp- og niðurvask.
Vit vænta at tú:
- Arbeiðir væl í toymi og sjálvstøðugt tá tað er neyðugt
- hevur gott yvirlit
- ert fyrikomandi og jalig/ur við kundarnar
- hevur góð evni at samstarva
- gongur høgt upp í góðskuna
- ert villig/ur at læra
- kanst koyra bil
Umsókn
Hevur tú áhuga at arbeiða hjá okkum, so send okkum nøkur orð um teg sjálva/n og møguligar arbeiðsroyndir.
Meira fæst at vita við at ringja til Jákup Heinesen, telefon 260345.
Umsóknir skulu sendast til dveylan@dveylan.fo viðmerk “umsókn – Starvslýsing Dagarbeiði Tórshavn”.