Lýsing
Trívist tú við einum arbeiðsdegi, har tú kemur runt á ymisk støð og fær fjølbroyttar reingerðauppgávum? Vit leita eftir ábyrgdarfullum og nærløgdum reingerðarfólki til reingerð av summarhúsum og øðrum ognum kring alt landið.
Eingin dagur er eins, og tú verður partur av einum eldhugaðum toymi, sum raðfestir trivnað og góðar arbeiðsumstøður.
Arbeiðsuppgávur
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna m.a. um:
Reingerð av summarhúsum, íbúðum og øðrum ognum.
At tryggja góðsku og eitt høgt støði innan reinførið.
Tú
Tær dámar væl at gera reint, er fyrikomandi og hevur eitt skipað arbeiðslag. Tú skilur týdningin av at fylgja mannagongdum og strembar eftir at veita ta best møguligu tænastuna til gestir og kundar annars.
Krav til umsøkjarar er koyrikort.
Setanarviðurskifti
Høvuðsskrivstovan er á Hjalla 7B í Hoyvík, og tú kemur at arbeiða úti á okkara ognum.
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag.
Umsókn og freist
Um starvið hevur tín áhuga, ert tú vælkomin at senda eina umsókn á hr@vert.fo ella ringja á tlf. 725054.
Samrøður verða hildnar leypandi, og tískil er tað eitt gott hugskot at søkja skjótast gjørligt.
Freistin at søkja er 1. mars.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ritu Heradóttir á tel. 725054.
Um Vert
Vert umsitur yvir 200 summarhús og íbúðir kring Føroyar og tók ímóti áleið 17.000 gestum í 2025.
Vit eru ein leiðandi aktørur á summarhús- og gistingarmarknaðinum í Føroyum, við sterkum vakstrarprofili og spennandi framtíðarætlanum. Vit trúgva uppá opinleika í samstarvi, nýhugsandi loysnir og álítandi tænastu