Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
5. september 2025
Útgongur
25. september 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir

Reingerðarfólki á setanarbroti 0,625 at byrja skjótast gjørligt. Arbeitt verður yrkadagar frá kl. 08:00 til 13:00.

Á Heiminum við Vágna búgva 22 búfólk, og tvey pláss eru til stutttíðarpláss.

Førleikakrøv og karmar

Vit vænta:

  • At tú ert røkin og kennir týdningin av góðum reinføri í mun til trivnaðin og heilsuna hjá búfólkunum.
  • At tú hevur góð evni at samskifta og samstarva við bú- og starvsfólk, eins og avvarðandi.
  • At tú ert fleksibul í mun til at loysa arbeiðsuppgávurnar og til framhaldandi at menna eina dygdargóða tænastu.

Vit kunnu bjóða tær eitt arbeiðspláss við góðum kørmum og góðari innleiðslu.

Sum liður í at stuðla undir heilsu og trivnað bjóðar Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, øllum starvsfólkum at venja ókeypis í venjingarhølunum Ven og Virka.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnu- og Arbeiðsmannafelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Kristinu Nysted, deildarleiðara, á tlf. +298 793440 ella við telduposti til kristinan@nbh.fo.

Umsókn, við avritum av prógvum v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 25. september 2025.

Líknandi størv

31. oktober 2025
HTU starvsfólk til MEST   Faroe Islands nýtt
31. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið