Lýsing
Um starvið
Talan er um eitt fast starv fulla tíð at seta 15.10.25. Arbeiðsstaðurin er í høvuðssætinum hjá Almannaverkinum í okkara bygningum á Hálsi í Havn. Arbeiðstíðin er frá 07.00 til 15.00 ella 09.00 til 17:00, tó at longri dagar kunnu vera alt eftir arbeiðstrýstinum. Av tí sama er møguligt at hava frídagar, tá ið minni er at gera. Tú fert at starvast í okkara tænastutoymi, hvørs endamál er at gera høvuðssætið til eitt gott arbeiðspláss hjá teimum 170 starvsfólkunum, sum arbeiða her. Í toyminum eru fýra reingerðarfólk, trý køksfólk og leiðsluskrivari. Toymið er partur av deildini Rakstur og innkeyp.