Hotel Føroyar
Lýsing
Vit leita eftir røskum og álítandi reingerðarfólki til Hotel Føroyar í summar. Hetta er eitt summarstarv í einum livandi arbeiðsumhvørvi við nógvum gestum, har reinføri og góðska hava hægstu raðfesting.
Arbeiðstíðirnar eru kl. 09:00 – 17:00.
Vit leita eftir fólki at arbeiða hálva tíð og eftir avloysarum.
Vit vænta, at tú:
- Ert arbeiðssam/-ur og álítandi
- Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Hevur eyga fyri reinføri og smálutum
- Trívist í einum arbeiði við ferð á
Vit bjóða:
- Eitt spennandi summarstarv í góðum umhvørvi
- Góðar starvsfelagar og góða upplæring
- Greiðar mannagongdir
Umsókn
Send eina umsókn til rosamaria@hotelforoyar.fo, um hetta ljóðar sum nakað fyri teg.