Fuglafjarðar Kommuna
Útgivið
12. august 2025
Útgongur
31. august 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Fuglafjarðar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum reingerðarfólki til kommunuskrivstovuna í Fuglafirði

Um starvið
Starvið inniber alla dagliga reingerð av hølunum/skrivstovunum. Hølini eru staðsett á tveimum ymiskum matriklum.

Førleikakrøv
Vit vænta, at tú:

  • Er blíð/ur, fyrikomandi og møtir væl upp
  • Er álítandi og ágrýtin
  • Hevur góð samstarvsevn,i ert hjálpsom/samur og megnar at arbeiða sjálvstøðugt.
  • Royndir innan reingerð kann vera ein fyrimunur, men er ikki eitt krav.
  • Hevur gott eyga fyri røkt og sær hvar tørvurin er
  • Tolir broytingar viðvíkjansi arbeiðstíðum o.ø

Setanar- og lønarviðurskiftir
Talan er um fast starv 11 tímar um vikuna. Royndartíðin er 3 mánaðir. Arbeiðstíðin er eftir kl. 16.00.

Starvið verður sett skjótast gjørligt.
Starvið er tímalønt, og verður lønt sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og KAF.

Fleiri upplýsingar um starvið
Hevur tú spurningar viðvíkjandi starvinum ert tú vælkomin at seta teg í samband við Lindu á Horni, samskipara av reingerðini. Tlf. 238094 ella linda@fuglafjordur.fo.

Umsóknin skal sendast til
Skrivliga umsóknin, saman við CV og møguligum viðmælum skal sendast via vangan

Ella við telduposti til info@fuglafjordur.fo

Freistin, at søkja starvið
Umsóknir skulu vera Fuglafjarðar kommunu í hendi í seinasta lagi 31. august 2025 á miðnátt.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið