Vága Kommuna
Útgivið
6. november 2023
Útgongur
20. november 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vága kommuna søkir eftir reingerðarfólkum til stovnin Miðgarð, at byrja skjótast gjørligt.

Talan er um fýra størv á tríggjar tímar hvønn dag. Arbeiðstíðin er vanliga eftir kl. 16.00.

Vit vænta av tær, at tú:

  • Hevur royndir við reingerðararbeiði.
  • Hevur góð samstarvsevnir, og kann arbeiða sjálvstøðugt.
  • Ert røkin og ábyrgdarfull/ur.

Løn og setanartreytir
Starvið er lønt eftir sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Starvsstaðurin er í Miðgarði, men tann setti má tola at broytingar kunnu koma fyri í starvinum og starvsstaðnum.

Umsókn og nærri upplýsingar
Søk her á vanganum hjá kommununi á alfred.fo við at senda umsókn saman við prógvum, lívsgongdarlýsing, revsiváttan og møguligum viðmælum, ella sum teldupost til vaga@vaga.fo ella við vanligum posti til:

Vága kommuna
Hammershaimbsvegur 1
360 Sandavágur

Ynskir tú meira kunning um starvið, kanst tú seta teg í samband við Rógva Jacobsen, tekniska leiðara, við at ringja á tlf.: +298 794405 ella á teldupost rogvi@vaga.fo.

Freistin at søkja starvið
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 20. november 2023.

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið