Lýsing
Hotel Vágar søkir eftir fyrikomandi, ábyrgdarfullum og nærløgdum starvsfólkum til reingerðartoymi á nýggja hotellinum.
Talan er um avloysarastørv í vikuskiftum og ferium.
Vit leggja dent á at veita eina framúr tænastu og at skapa góðar upplivingar fyri gestir okkara.
Royndir úr hotelvinnuni er ein fyrimunur.
Vit bjóða
Tú verður liður í serstaka andanum eitt flogvallarhotell hevur at bjóða, einum mennandi og spennandi arbeiðsplássi, har uppgávurnar eru fjølbroyttar og eingin dagur eins.
Tú verður við at mynda eitt nýmótans og framsøkið arbeiðspláss, har bæði ferðin eins og krøvini eru høg.
Tað verður tín uppgáva Hotel Vágar er eitt nútímans hotell, har vit arbeiða sum eitt samlað tænastutoymi eins og arbeiða sjálvstøðugt.
Gerandisdagurin verður fullur av ymiskum áhugaverdum uppgávum, men fyrst av øllum at veita tænastu í heimsflokki og at syrgja fyri at reingerðin á hotellinum er í hásæti.
Sum reingerðarfólk á hotellinum, er tað tín uppgáva at gera kømurini rein og innbjóðandi. Eisini fevnir arbeiði seg um reingerð av felagsøkjum og starvsfólkaøkjum.
Vit vænta at tú
- Ert smílandi, tekur ábyrgd, ert røkin, jalig/ur, sjálvstøðug/ur og samstarvssinnað/ur
- Brennur fyri tænastu- og ferðavinnufakinum
- Dámar væl at arbeiða fyrrapartar, vikuskiftir og í ferium, við skiftandi uppgávum
- Dámar væl at arbeiða í einum skjóttgangandi, men stuttligum arbeiðsumhvørvið
Setan
Størvini eru gerandisdagar og vikuskiftir, fyrrapartar.
Løn og setanartreytir sambært gistingarhús- og matstovusáttmálanum.
Umsókn
Umsókn við lívsrensli (cv), avrit av prógvum og viðkomandi tilfari skal sendast við telduposti til monika@hotelvagar.fo í seinasta lagi 31. mars 2025.
Samrøður verða stutt eftir freist.
Byrjanardagur er sum skjótast ella eftir avtalu.
Allar umsóknir vera viðgjørdar í trúnaði.
Vilt tú hava meira at vita? So ert tú vælkomin at seta teg í samband við Moniku Zachariasen Egilstrøð, hotelleiðara, á monika@hotelvagar.fo ella á tel. 289834, fyri meira kunning um starvið.
Um okkum Í 2023 varð farið undir at høvuðsumvæla og nútímansgera Hotel Vágar, og á várið 2024 læt stásiliga hotellið upp. Við 25 kømurum, nýggjari matstovu, tveimum fundarhølum og einum stórum nýmótans køki, eru vit sera spent uppá komandi tíðina á hotellinum. Hotellið liggur væl fyri, 5 minuttir frá flogvøllinum í Vágum og dyrnar til útheimin kundu ikki verið tættari. Hotellið liggur eisini eitt hanagleiv frá alskyns áhugaverdum støðum, so sum Trøllkonufingri, Trælanípu, Bøsdalafossi, Tindhólmi, Drangunum, Múlafossi og Mykinesi.