Lýsing
Á skúlatrøð er eitt farloyvis starv sum reingerðarfólk leyst frá august 2023 til august 2024. Talan er um starv á tríggjar tímar hvønn skúladag við møguleika fyri meira um ynski ella tørvur er á tí. Eisini er brúk fyri sjúkraavloysara. ið kann trakka til eftir tørvi.
Arbeiðsuppgávur
Daglig reingerð í hølum skúlans, har reingerðarætlan verður fylgd, umframt høvuðsreingerð.
▪ Sum persónur ert tú arbeiðsom/samur, røkin og samstarvssinnað/ur.
▪ Tú verður partur av størri toymi, har vit hjálpast at, men tú skalt duga at arbeiða sjálvstøðugt og lættliga kunna fara til verka um nýtsla skúlans broytist, hetta krevur fleksibilitet.
▪ Vaskað verður í dagtímum ímeðan virksemið er høgt og næmingar hava sína dagligu gongd og undirvísing. Hetta krevur, at tú dugir væl at leggja arbeiðið til rættis.
▪ Vasking av moppum, lappum og øðrum er eisini partur av arbeiðnum.
Umsóknarfreistin er 18. mai 2023.
Les meira um størvini her: Reingerðarfólk til Skúlatrøð