Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
1. juli 2024
Útgongur
22. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir
Reingerðingsfólki til Sambýlið á Heygnum frá 1. august 2024 ella eftir nærri avtalu á setanarbrøki 0,5. Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum.

Á Sambýlinum á Heygnum búgva 7 fólk. Harafturat eru 8 pláss til samdøgurðsrehabilitering og styttri tíðarskeið. Arbeitt verður fram ímóti, at Sambýlið á Heygnum, sum frá líður, gerst umlættingar- og rehabiliteringseind.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst ikki útbúgving, men vit vænta av tær, at tú gongur høgt upp í góðskuna og hevur eyga fyri reingerð. Royndir við reingerð kunnu tí verða ein fyrimunur. Somuleiðis verður væntað, at tú ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta við búfólk, avvarðandi og starvsfólk.

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.

Virksemið hjá NBH tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Klaksvíkar Arbeiðskvinnu- og Arbeiðsmannafelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Sólgerð Vang, deildarleiðara, á tpostadr. solgerdv@nbh.fo.

Umsókn við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til nbh@nbh.fo ella Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, Postsmoga 2, FO-710 Klaksvík.

Umsóknarfreistin til starvið er á middegi 22. juli 2024.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið