Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
5. januar 2025
Útgongur
22. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vit sóknast eftir
Reingerðingsfólki til Uppistovu á Norðoya Røktarheimi skjótast til ber. Talan er um 30 tímar aðru hvørja viku.

Arbeitt verður gerandisdagar í dagtímunum. Á Uppistovu búgva 14 fólk.

Førleikakrøv og karmar
Til starvið krevst ikki útbúgving, men vit vænta av tær, at tú gongur høgt upp í góðskuna og hevur eyga fyri reingerð. Royndir við reingerð kunnu tí verða ein fyrimunur. Somuleiðis verður væntað, at tú ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta við búfólk, avvarðandi og starvsfólk.

Norðoya Bú- og Heimatænasta, NBH, strembar áhaldandi ímóti at betra og tillaga tænasturnar við støði í tørvi og ynskjum hins einstaka, og tí verður væntað av tær, at tú tolir at arbeiða undir broyttum umstøðum og at arbeiða við broytingum.

Fyri at stuðla undir tína heilsu, bjóða vit tær at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Klaksvíkar Arbeiðskvinnu- og Arbeiðsmannafelag.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Alisu Joensen, deildarleiðara, á tel. +298 793430 ella við telduposti á alisaj@nbh.fo.

Skrivlig umsókn, við viðmælum v.m., verður at senda til Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík, ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsóknarfreistin til starvið er 22. januar 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið