Útgivið
11. januar 2022
Útgongur
26. januar 2022
Starvsstaður

Lýsing

Skriva út

Ráðgeva/sølufólk

Til søludeild okkara søkja vit eftir einum ráðgeva m/k.

Ráðgevin kemur saman við søluleiðara okkara at taka sær av samskifti við kundar okkara. Hevur tú royndir innan grafiska økið, er tað ein fyrimunur, men ikki eitt krav.

Vit hugsa okkum, at tú:
• helst hevur eina viðkomandi útbúgving innan sølu
• hevur royndir við B2B sølu
• hevur lætt við at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
• dugir at orða teg í talu og á skrift
• hevur lætt við at koma í samband við fólk
• hevur áræði, ert álítandi, nærlagdur og dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• hevur sum fremsta mál at fáa kundarnar at kenna seg nøgdar

Arbeiðsviðurskifti Á Føroyaprent bjóða vit tær eitt menn­andi umhvørvi.

Tú fært eitt av­bjóðandi starv, sum er at menna størsta grafiska virkið í Føroyum.

Málið er sjálv­andi ein sunnur øktur um­setningur.
• løn sam­bært avtalu.

Vilt tú vita meira, so ring ella skriva til Bjørt Isaksen, søluleiðara, á telefon 355966 ella 594559, ella teldupost bjort@foroyaprent.fo

Send umsóknina til:
Føroyaprent Pf
Hoyvíksvegur 59
Postsmoga 3118
110 Tórshavn ella á bjort@foroyaprent.fo

Merk umsóknina: sølufólk.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknar­­freist er 26. januar

Líknandi størv

Dámar tær væl móta? (lærupláss)   Faroe Islands nýtt
25. august 2025
Kom í læru í Søstrene Grene   Faroe Islands nýtt
25. august 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið