Roðin økistænastan
Útgivið
26. december 2024
Útgongur
5. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at gera mun fyri eldri borgarar og gerast partur av einum ágrýtnum og fakliga sterkum starvsfólkahópi? So hava vit ein framúr møguleika til tín á Vesturskin.

Vit sóknast eftir fýra nýggjum starvsfólkum, tí vit eru so heppin, at fýra av okkara starvsfeløgum hava fingið møguleikan at lesa til sjúkrarøktarfrøðing. Hetta merkir, at vit nú hava tørv á eldhugaðum heilsurøktarum og heilsuhjálparum, at taka yvir í teirra starv.

Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

 

Søkt verður eftir:

  • Einum heilsurøktara í fast starv. Starvið er fulla tíð og arbeiðstíðirnar eru í dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
  • Tveimum heilshjálparum í fast starv. Annað starvið er fulla tíð og hitt á starvsbrøki 0,9 svarandi til 36 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.
  • Hjálparfólki á starvsbrøki 0,8 svarandi til 32 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru í dag,- og kvøldvaktum og 2. hvørt vikuskifti.

Størvini eru til setan sum skjótast.

FØRLEIKAKRØV

  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Prógv sum heilsuhjálpari
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki
  • Trívist við at arbeiða í toymi og hevur hug til fakliga menning.
  • Kanst geva eitt jaligt íkast til arbeiðsgleðina í gerandisdegnum.
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Kt- førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR

  • Eitt fakliga sterkt umhvørvi við møguleika fyri at menna tínar førleikar.
  • Tætt og stuðlandi samstarv við starvsfelagar og leiðslu
  • Eitt arbeiðspláss ið leggur dent á trivnað, arbeiðsgleði og høga fakligheit.
  • Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi menna tænsaturnar í Roðanum

Søkja skikkaðir umsøkjarar ik ki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.                                                                                                                                          

SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða lønt sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og ávikavist heilsurøktarafelagið ella heilsuhjálparafelagið

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til Vesturskin”.

Umsóknarfreistin er 05.01.2025.

Líknandi størv

Starvsfólk til ungdómshúsið   Faroe Islands nýtt
31. december 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið