Roðin økistænastan
Útgivið
26. juni 2025
Útgongur
8. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.

Søkt verður eftir:

Einum røktarstarvsfólki í fast starv. Starvið er á setanarbrøki 0,7 svarandi til 28 tímar um vikuna og arbeiðstíðin er í kvøld,- og náttarvakt og 2. hvørt vikuskifti

FØRLEIKAKRØV

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • Prógv sum heilsuhjálpari
  • Áhuga at arbeiða við eldri fólki
  • Góð evni at samskifta í skrift og talu
  • Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í menning
  • KT-førleika á brúkarastøði

VIT BJÓÐA TÆR

  • Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
  • Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
  • Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum
  • Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar
  • tillagaðar.

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður at seta sum skjótast og lønt sambært sáttmála við KAF og avvarðandi fakfelag

MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til Vesturskin”.

Umsóknarfreistin er 8. juli 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið