Lýsing
Vesturskin er eitt sambýli har 16 fólk húsast. Á sambýlinum veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin á Vesturskin strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast, mennast og hava tað gott.
Søkt verður eftir:
- Einum heilsurøktara á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru fyri tað mesta í kvøld- og náttarvakt og 2. hvørt vikuskifti.
- Einum heilsuhjálpara á starvsbrøki 1,0 svarandi til 40 tímar um vikuna. Arbeiðstíðirnar eru fyri tað mesta í kvøld- og náttarvakt og 2. hvørt vikuskifti.
Møguleiki er fyri lægri setanarbrøki.
FØRLEIKAKRØV
- Prógv og góðkenning sum heilsurøktari
- Prógv sum heilsuhjálpari
- Áhuga at arbeiða við eldri fólki
- Góð evni at samskifta í skrift og talu
- Hug at arbeiða og samstarva í eini tvørfakligari búðeind í menning
- KT-førleika á brúkarastøði
VIT BJÓÐA TÆR
- Ein yrkisliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Ávirkan á menningina av tænastunum í Roðanum
- Eitt gott arbeiðspláss, góðar umstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- Møguleika at seta tín dám á og framhaldandi at menna tænasturnar hjá Roðanum
Søkir skikkaður umsøkjari ikki, kann annar fakbólkur verða settur – um so er, verða uppgávurnar tillagaðar.
SETANARVIÐURSKIFTI
Størvini verða at seta 1. august ella eftir avtalu og verður tað lønt sambært sáttmála við KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi fakfelag
MEIRA FÆST AT VITA
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Ingun Gaardbo, deildarleiðara á Vesturskin. Telefon 793388 ella við telduposti til ingung@rodin.fo
UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til Vesturskin”.
Umsóknarfreistin er 26.06.22