Lýsing
Talan er um eitt farloyvisstarv frá 15. desember 2023 til 1. januar 2025.
Søkt verður eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi fulla tíð. Tað kann verða ein fyrimunur um tú hevur eftirútbúgving, sum visitator ella hevur royndir frá arbeiði, sum visitator.
Leggur tú dent á høga fakligheit, virðiligt samskifti og góða tænastu?
Er tað sjálvsagt fyri teg at borgarin, avvarðandi og samstarvsfelagir verða tikin við í avgerðir?
So er tað tær vit leita eftir.
Endamálið við starvinum, sum visitator er, at tryggja, at allir borgarar, ið venda sær til Roðan um tænastu, fáa skjóta og fakliga grundaða visitering og revisitering við atliti til fyribyrging, heilsustimbran, rehabilitering, røkt og umsorgan.
Arbeiðið ber í sær tvørfakligt samstarv við borgarar, avvarðandi og innanhýsis deildir í Roðanum, so sum, búeindir, heimatænastu, dagtilhald, samdøgursrehabilitering, umlætting, venjing og viðkomandi starvsfólk og leiðslu. Harumframt er ein partur av uppgávuni hjá visitator, partvís, at gera fyribyrgjandi heimavitjanir.
Visitator hevur ein tíðandi lut í upptøkunevndini, har uppgávan er at orða og leggja fram frágreiðing og tilmæli um búpláss, samdøgursrehabilitering og umlætting.
Starvið er skipað í umsitingini í Roðanum, við tilvísing til leiðaran.
Vit vænta av tær:
- at tú hevur prógv og góðkenning, sum sjúkrarøktarfrøðingur
- at tú megnar at síggja støðuna út frá einum borgarasjónarhornið og við mynduleika og fakligheit, at meta um tørv - harnæst at samskipa og taka avgerðir
- at tær dámar at arbeiða skipað, miðvíst og sjálvstøðugt.
- at tú hevur evnini at reflektera yvir praksis og gert títt til fakliga menning
- at tú ert jalig/jaligur, rúmlig/rúmligur og fleksibul
- at tú hevur koyrikort.
- Vit leggja dent á tíni evni at samskifta munnligt og skriftligt – eisini evnini at handfara torførar samrøður við virðing, áhuga og empati.
Persónligir førleikar:
Loyal/loyalur, ábyrgdafull/ábyrgdarfullur, rólig/róligur, góð samstarvsevni, góð samskiftisevni og evni at samskipa og einfalda í málsviðgerðini.
Vit bjóða tær:
- eitt sjálvstøðugt starv og gott arbeiðspláss við góðum umstøðum og fjølbroyttum avbjóðingum
- fakliga sparring og gott samanhald
- møguleika at seta tín dám á og verða partur av eini framhaldandi menning av tænastum og tilboðum hjá Roðanum
- góða innleiðslu og upplæring
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála við Fíggjarmálaráðið/ KAF og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Ynskir tú at vita meira um starvið, kanst tú seta teg í samband við Jóngerð Guttesen leiðara, jongerdg@rodin.fo tlf. 793300
Umsókn við avritum av prógvum, góðkenning og viðkomandi skjølum skulu sendast við teldposti til: rodin@rodin.fo. Viðmerk umsóknina “visitator til Roðan”.
Umsóknarfreistin er 25.oktober 2023