Nánd-Heimatænastan
Útgivið
11. december 2025
Útgongur
28. januar 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Partíðarstarv

Lýsing

Eitt starv er leyst at søkja á Giljagarði frá 1. februar 2026, ella skjótast til ber. Arbeiðstíðin er í miðal 28 t/viku í blandaðum vaktum og annað hvørt vikuskifti.

Á Giljagarði eru 10 búpláss, og har starvast heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, hjálparfólk umframt reingerðarfólk. Umframt vanligu røktarnormeringina er sjúkrarøktarfrøðingur eyka tríggjar dagar um vikuna. Eisini koma fysio- og ergoterapeutar regluliga á Giljargarð.

Sum røktarstarvsfólk kemur tú at veita eina góða og grundleggjandi røkt og umsorgan fyri búfólkunum, at eygleiða og boða frá broytingum og at tryggja heilivágsgevan til búfólk v.m.

Vit leggja dent á, at umsøkjarin hevur:

  • Áhuga í at veita røkt og umsorgan, og at skapa innihald í degnum til eldri búfólk
  • Áhuga í at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
  • Evnir at samstarva við aðrar fakbólkar
  • Evnir at handfara skiftandi tørvir hjá borgarunum

Vit bjóða:

  • Eitt spennandi og jaligt arbeiðsumhvørvi
  • Góða innleiðslu
  • Góðar og hugnaligar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við aðrar fakbólkar
  • Møguleikar fyri førleikamenning
  • At venja ókeypis á Miðstøðini í Leirvík

Vit bjóða góða upplæring og arbeiðsuppgávurnar verða tillagaðar eftir útbúgving og førleikum.

Setan og løn Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Um tú ynskir nærri kunning, ert tú vælkomin at ringja til Sonju Simonsen, virkandi deildarleiðara á tlf. 730282

Umsóknir Umsókn við prógvi og CV skal sendast við telduposti til: nand@eystur.fo ella í brævi til Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta og skal vera okkum í hendi seinast 28. desember 2025.

Tú kanst lesa meira um okkara virksemi í Nánd her

Líknandi størv

12. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið