Lýsing
Demensbúeindin á Eldrasambýlinum Gøtubrá søkir eftir tveimum røktarstarvsfólkum.
Gøtubrá er í tveimum hæddum og umfatar tvær eindir við 18 plássum tilsamans. Á Gøtubrá arbeiða heilsurøktarar, heilsuhjálparar, sjúkrarøktarfrøðingar, demenssamskipari, hjálparfólk umframt køks-og reingerðarfólk.
Um størvini
Størvini eru á niðaru hæddini á Gøtubrá, har tað eru 8 pláss til fólk við demens. Tað er góð normering á eindini, har trý røktarstarvfólk eru til arbeiðis um dagin, trý um kvøldið og ein um náttina.
Størvini eru 32 tímar í miðal um vikuna í skiftandi vaktum og annað hvørt vikuskifti at byrja 1. oktober 2025 ella skjótast gjørligt.
Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og fyri at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, so er tað møguliga tær vit leita eftir.
Vit vænta, at tú
- hevur útbúgving innan røkt
- hevur góð samstarvsevni
- hevur góð evni at samskifta í skrift og talu
- virkar fyri eini persónsrættaðari umsorgan
- hevur royndir og vitan um demensumsorgan
- hevur evni og áhuga at arbeiða innan heilsustimbran, fyribyrgjan og endurmenning
- dugir at eygleiða og laga virksemið til tørvin hjá borgaranum í samstarvi við hann/hana
Um eingin við røktarútbúgving søkir, kann umsøkjari við aðrari útbúgving so sum ergoterapeutur ella ófaklærdur við royndum innan eldraøkið verða settur í tíðaravmarkað starv.
Vit kunnu bjóða tær
- góða innleiðslu
- eitt spennandi arbeiðspláss og góðar starvsfelagar, sum veita dygdargóða, persónsrættaða demensumsorgan
- góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
- gott samstarv við onnur fakfólk
- regluliga undirvísing í Nánd
Starvssetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við KAF/Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Áhugað kunnu fáa meira at vita um starvið við at venda sær til Edit Andreasen, deildarleiðara, tlf. 730252 og teldupost edit@eystur.fo
Umsókn saman við prógvum, tilvísingum v.m. skulu sendast til: edit@eystur.fo ella Nánd, Oyran 2, 512 Norðragøta. Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. september 2025 kl. 12.
Meira kann lesast um visjón, missión og virðir hjá Nánd her.