Norðoya Bú- og Heimatænasta
Útgivið
12. maj 2025
Útgongur
29. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Ófaklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit sóknast eftir
Røktarstarvsfólki í fast starv til Heimatænastuna skjótast til ber. Setanarbrotið verður eftir avtalu og arbeitt verður í skiftandi vaktum dag, kvøld og annaðhvørt vikuskifti.

Førleikakrøv og karmar
Ynskiligt er, at tú hevur útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari, men tú ert eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki hevur eina av hesum útbúgvingum.

Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva, eins og hug og hegni til at arbeiða heima hjá borgarum í Norðoyggjum og soleiðis stuðla teimum í at búleikast heima sum longst. Somuleiðis vænta vit, at tú ert opin og fleksibul í mun til skiftandi tørvir hjá borgarunum og harvið ymiskar arbeiðsuppgávur frá degi til dags.

Útbúgving og royndir innan demensøkið kunnu vera fyrimunir.

Vit kunnu bjóða tær eitt sjálvstøðugt og spennandi starv við nógvum fakligum avbjóðingum og góðum samstarvsfeløgum.

Fyri at stuðla undir tína heilsu, bjóða vit tær at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.

Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum KAF og Heilsuhjálparafelag Føroya ella Heilsurøktarafelagið.

Nærri kunning um starvið fæst við at venda sær til Per Johannessen, deildarleiðarar, á tel. +298 793470 ella við telduposti á perj@nbh.fo.

Skrivlig umsókn, við avritum av møguligum prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík, ella við telduposti til nbh@nbh.fo.

Umsóknarfreistin til starvið er 29. mai 2025.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið