Lýsing
Hesi størv eru leys at søkja:
- 4 røktarstørv til virksemi á og út frá Heiminum á Grønanesi í Vestmanna, brøk eftir nærri avtalu. Arbeitt verður í skiftandi vaktum.
Heilsurøktarar og heilsuhjálparar hava fyrimun.
Starvsbyrjan: 1. juni 2024 ella eftir nærri avtalu
Førleikar
Vit sóknast eftir fólki sum m.a.:
- Hava góð evnir at samskifta
- Megnar at arbeiða sjálvstøðugt og í toymi
- Hava góðan telduførleika
- Hava koyrikort til persónbil
- Síggja møguleikar í broytingum, borgarum og starvsfólki at gagni
Vit kunnu bjóða
- Fjølbroytt størv.
- Jaligt og vinarligt arbeiðsumhvørvi.
- Skipaða innleiðslu.
Setanar- og lønarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum KAF (Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsurøktarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Umsóknir
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, lívsrensli (CV), viðmælum v.m. skal sendast til veks@veks.fo. Eisini ber til at senda umsóknina inni á starv.veks.fo
Freist
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 28. mai. 2024, kl. 12:00.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til:
- Helfrid Poulsen, eindarleiðara, á telefon 793259.
Upplýsingar um VEKS og virksemi okkara, eru á heimasíðuni www.veks.fo