Lýsing
Vit sóknast eftir
Røktarstarvsfólkum til tvey føst størv á Heiminum við Vágna. Setanarbrotini verða eftir avtalu, og arbeitt verður í skiftandi vaktum dag, kvøld, nátt og annaðhvørt vikuskifti.
Á Heiminum við Vágna eru tríggjar eindir. Átta fólk búgva á hvørji eind.
Førleikakrøv og karmar
Útbúgving sum heilsuhjálpari ella heilsurøktari krevst. Men hevur tú royndir at arbeiða við eldri fólki, eitt nú á eldraøkinum, ert tú eisini vælkomin at søkja, hóast tú ikki hevur útbúgving.
Vit vænta, at tú hevur góð evni at samskifta og samstarva. Royndir innan demensøkið, eins og royndir við journalskipanini Cosmic, kunnu vera fyrimunir.
Vit kunnu bjóða eitt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum, góðari upplæring og spennandi avbjóðingum, har tú fært brúkt tína vitan og førleikar og kanst menna teg fakliga og persónliga.
Fyri at stuðla undir tína heilsu, bjóða vit tær at venja ókeypis í venjingarhølunum ‘Ven og Virka’.
Virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, NBH, tekur støði í nærveru, fleksibiliteti og høgum fakligum støði. Hesi virði síggjast aftur í visjónini fyri NBH, sum tú kanst kunna teg um á heimasíðuni, https://nbh.fo/nbh/.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært galdandi sáttmálum millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya ella Heilsurøktarafelagið.
Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til Kristinu Viderø Nysted, deildarleiðara, á tel. +298 793440 ella við telduposti á kristinan@nbh.fo.
Skrivlig umsókn, við avritum av prógvum, autorisatión v.m., verður at senda til Norðoya Bú- og Heimatænastu, Nólsoyar Pálsgøta 32, FO-700 Klaksvík, ella við telduposti til nbh@nbh.fo.
Umsóknarfreistin til størvini er 22. januar 2025.