Roðin økistænastan
Útgivið
17. februar 2025
Útgongur
3. marts 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at gera mun fyri eldri borgarar og gerast partur av einum ágrýtnum og fakliga sterkum starvsfólkahópi?

Norðurstova er ein deild á Eysturoyar røktar,- og ellisheimi har 24 fólk húsast. Á deildini veður dentur lagdur á, at liva eitt lív, sum gevur meining og varðveitir samleikan hjá húsfólkinum. Her starvast sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, heilsuhjálparar og hjálparfólk. Høga fakliga dygdin í Norðurstovu strembar eftir at arbeiða viðurkennandi og at skapa ein gerandisdag, har húsfólk, starvsfólk og avvarðandi trívast mennast og hava tað gott.

Søkt verður eftir heilsurøktarum, heilsuhjálparum og hjálparfólki.
Vit bjóða:
Eitt starv, har tú ert við til at skapa ein tryggan og virðiligan gerandisdag fyri okkara eldru.
Eitt arbeiðspláss við góðum starvsfeløgum og einum góðum arbeiðsumhvørvi.
Møguleika fyri upplæring og menning í starvinum.
Skiftandi arbeiðstíðir eftir avtalu.

Arbeiðsuppgávur:

  • At hjálpa og stuðla borgarunum í gerandisdegnum.
  • At skapa ein tryggan og heimligan dag fyri tey, sum búgva á heiminum.
  • At hava gott samstarv við starvsfelagar, borgarar og avvarðandi.
  • At tryggja, at røkt og umsorgan verður veitt við virðing og umsorgan fyri einstaka húsfólkinum.

Vit vænta av tær, at tú:
Hevur prógv og góðkenning sum heilsurøktari
Hevur prógv sum heilsuhjálpari
Hevur umsorgan fyri øðrum og megnar at vera nærverandi í samskiftinum við borgarar og starvsfelagar.
Ert fyrikomandi, ágrýtin og fleksibul.
Dugir at arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymi.
Hevur ein jaligan hugburð og ert áhugað/ur í at skapa trivnað og góðar løtur fyri okkara borgarar.

Vit bjóða tær
Eitt fakliga sterkt umhvørvi við møguleika fyri at menna tínar førleikar

Tætt og stuðlandi samstarv við starvsfelagar og leiðslu

Eitt arbeiðspláss ið leggur dent á trivnað, arbeiðsgleði og høga fakligheit.

Setanarviðurskifti
Størvini eru til setan sum skjótast og lønt sambært sáttmála við KAF og ávikavist Heilsurøktarfelagið og Heilsuhjálparafelag Føroya.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Kristbjørg Petersen, deildarleiðara , tlf. nr. 290205 ella við telduposti til kristbjorgp@rodin.fo

Umsókn
Umsókn saman við prógvum, góðkenning og upplýsingum um útbúgving og royndir verður at senda til rodin@rodin.fo. Viðmerkjast skal: ”Røktarstarvsfólk til Norðurstovu”.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið